Hvørjir eru vit?
Sett á stovn av Petur og Pætur, tvær eldsálir innan KT.
Vit elska at loysa teldutrupulleikar og at hjálpa okkara kundum í tí privata geiranum.
Eftir 15 ár samanlagt við royndum í telduvinnuni skilja vit
avbjóðingarnar, ið tann vanligi brúkarin fær. Tí hava vit átikið okkum ta missión at loysa hesar trupulleikar lætt, skjótt og bíliga fyri teg.
Hví ein verkstað?
Av tí at vit báðir hava arbeitt í nógv ár í KT-vinnuni, hava vit
sæð ein vaksandi tørv á telduverkstøðum, ið ganga privatkundum til handa.
Tær stóru KT-fyritøkurnar hava fokus á vinnuni, og tí dettur hin einstaki skjótt niður ímillum.
Her koma vit tær til hjálpar!
Vit vóna, at tit taka væl móti okkum, og at tit fáa gagn av okkara tænastum.
Vinaliga,
Petur og Pætur.
Vit í F11
-
Petur D. Petersen
Petur@f11.fo
-
Pætur Breckmann
Patur@f11.fo